Orð: Harry Birtilíð
Lag: Amerikanskt fólkalag
Alt hann átti á fold var ein koyggja,
og hann kendi seg heima umborð;
hann var gamal og lá til at doyggja,
og hann teskaði eymt hesi orð:
“Leið meg eina ferð enn út á dekkið,
lat meg ganga ta seinastu vakt,
lat meg stýra tað seinasta strekkið,
áðrenn skipið til kai hevur lagt.”
Hetta far var mítt heim gjøgnum lívið,
og tað bar meg í suður og norð
Nú til hvíldar eg ruraður blívi,
mína seinastu frívakt umborð.
Tá mín deksvakt er komin at enda,
og mítt tørn til at stýra er av
Kann eg ongantíð út aftur venda
á tað stóra og brúsandi hav.
Tónlist - Seinasta Vaktin
Теги
MarnarÁrniLeiðMegEinaferðEnnÚtDekkiðTónlistAltHannÀttiFoldSeinastaVaktinTókiBrattalíðToki BrattalidBrattalidtokitókiAlt hann átti á fold var ein koyggjaog hann kendi seg heima umborð;“Leið meg eina ferð enn út á dekkiðlat meg ganga ta seinastu vaktlat meg stýra tað seinasta strekkiðáðrenn skipið til kai hevur lagtTá mín deksvakt er komin at endaog mítt tørn til at stýra er avKann eg ongantíð út aftur vendarásindekkileidleieinafereinaferut