Hann hevur verið hjá okkum í nógv ár, og hann er rættiliga trúfastur, tí hann sigur “ja, takk” til alt tað vanliga ruskið, og “nei, takk” til t.d. fløskur, battaríir, elektronikk, papp og pappír.
Grái posin er annars lítið krevjandi, og tí mást tú taka tær væl av honum. Hann skal hava sítt egna stativ uttanfyri, og so tú mást eisini minnist til at binda fyri allar teir smærru posarnar, sum tú letur í hann, soleiðis at einki fýkur úr honum út í náttúruna.
Hann skal ikki viga meira enn 20 kilo, og so mást tú sjálvandi eisini minnast til, at einki spískt má latast beinleiðis í gráa posan, men pakkast væl inn, so at ruskinnsavnarin ikki sker seg.
Soleiðis skilja vit gráa posan. Og tað er jú skilagott at skilja.
IRF
![](https://i.ytimg.com/vi/KYFgtMX_wKk/mqdefault.jpg)