Skilur tú reyða posan? IRF veitir tær ein reyðan posa, sum skal brúkast til serliga dálkandi burturkast, so sum battaríir, ljósperur, spraydósir og smærri elektroniskar lutir, sum kann sendast til endurvinning.
Tá posin er fullur, skal tú binda um, og seta hann út í tún, saman við gráa posanum. So tekur IRF posan, og gevur tær ein nýggjan reyðan posa. Um tú vilt vita meira, far so inn irf.fo. Tað er skilagott at skilja. IRF.
![](https://i.ytimg.com/vi/hARYSPryDVo/maxresdefault.jpg)